Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stóra ferðavinnutiltakið, sum eftir ætlan skuldi verða í Oyndarfirði í næstum, er tíverri útsett. Tó hava fyrireikararnir longu tikið avgerð um at flyta tiltakið til mikukvøldið 19. apríl og leygarmorgun 22. apríl

- Tórshavnar Kommuna leggur upp til Urtagarðsbýin, men er tað har nærdemokratiið blómar, spyrja grannaløg

Í kvøld verður felagssangur í Siloa í Fuglafirði

Parkeringsøkið á Vaglinum stongt frá leygarkvøldinum 11. mars kl. 20

Eins og undanfarin ár skipar Visit Runavík, saman við skótunum, fyri Grækarismessuhaldi í Skótahúsinum við Løkin í Runavík sunnudagin 12. mars kl. 15.00

Tiltaki Grannakaffi, sum verður í Meinigheitshúsinum í Vági hósdagin, er samstundis eisini ein syng føroyskt dagur, tí til tiltakið koma fleiri sangar og tónleikarar at framføra

Javnstøðunevndin og Amnesty International Føroyar: Hvørjar eru persónligu og samfelagsligu avleiðingarnar av niðrandi málburði?

Várkvøldsetan á Miðnámi á Kambsdali verður hóskvøldið 9. mars kl. 19

Í sambandi við at Dakko Petersen fer frá sum aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya og Edva Jacobsen tekur við, verður móttøka í ungdómshølunum “Hollywood” í Niels Finsensgøtu 20 kj. fríggjadagin tann 10. mars kl. 13-15

Leygardagin 4. mars kl. 12 verður forkunnug konsert á TSK við bólkinum Adrenaline

Í samband við Missiónsvikuna á Glyvrum var eitt stórt ungdómstiltak í Gulu smiðju í Saltangaráð týskvøldið

Í døgunum 16. og 18. mars skipar Visit Runavík fyri forvitnisligum átaki í Oyndarfirði

 

- Í samband við at Árni Frederiksberg er byrjaður sum stjóri á Kjølbro Heilsølu 1. mars, verður móttøka á skrivstovuni hjá Kjølbro Heilsølu fríggjadagin 3. mars frá 15 til 17

- Foreldur í ADHDfelagnum vilja hjálpa øðrum foreldrum við, hvussu tey kunnu hjálpa sínum barnið, ið mistrívist

- 17. mars 2023 fara leiðarar úr øllum landinum at hittast til Ársins Leiðaradag á Hotel Føroyum

Mikudagin 1. mars 2023 leggur Búskaparráðið várfrágreiðingina fram. Framløgan verður í Smæruni í Havn klokkan 10.00

- Landsstýrið blæsur við mjøli í munninum: samstundis sum tey gera tað púra greitt, at vit skulu halda altjóða avtalur um veðurlagsbroytingar

 

Í ár eru 20 ár síðani, at Berin varð stovnaður. Í hesum sambandi verður skipað fyri stórari landsinnsavning í Kringvarpinum sunnukvøldið 5. mars kl. 19.00

Russiska sambandið, fiskiskapurin á Føroyabanka og tilfeingis- og tøkugjaldini eru m.a. á skrá til Fiskivinnutingið í kvøld kl. 19:30

Fríggjadagin 17. mars skipar Búskaparráðið fyri ráðstevnu um tilfeingisrentu og tilfeingisgjøld í føroysku fiski- og alivinnuni í Løkshøll. Fyrrapart verður alivinnann lýst og seinnapart fiskivinnan

Á páskum verður aftur ungdómspáskastevna í Meinigheitshúsinum í Havn

Jógvan Arge fer týsdagin kl. 16.00 at greiða frá søguni um útróðurin á Eysturlandinum á samkomu í Smæruni í Klaksvík í sambandi við torradagarnar

- Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi, til eina hugnaløtu mikukvøldið 1. mars kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum

Luttøkan á Berlinaluni er ein liður í at menna filmsvinnuna við at økja um virksemi, førleikamenna og skapa støðug arbeiði og fleiri arbeiðspláss

Í sambandi við, at altjóða dagur móti krabbameini hjá børnum er tann 15. februar, hevur Team Rynkeby Føroyar seinastu árini skipað fyri tveimum serligum tiltøkum

Vika Sex hevur verið eitt afturvendandi átak í nøkur ár, har ljós hevur verið varpað á seksuel evni fyri at styrkja seksuella heilsu og trivnað

Spæl Føroyskt vikan verður aftur á skránni tann 6.-12. mars, men hesa ferðina í nýggjum hami

Í døgunum frá 23. – 30. apríl verður mentanarvika í øllum bygdunum í Runavíkar kommunu

Útnorðurráðið hevur sína árligu evnisráðstevnu í Tórshavn týsdagin 7. februar kl. 10.00 – 15.30 á Parnassinum á Hotel Hafnia

Í ár verða Torradagarnir hildnir í Klaksvík 20. – 25. februar. Við støði í fiski og fiskivinnu verður skipað fyri ymiskum hugnaligum tiltøkum - frásagnum, framløgum, framsýningum, fiskivinnutingi og hugnaligum kaffiprát

Runavíkar kommuna bjóðar til ókeypis ráðstevnufund í Løkshøll mikukvøldið 15. februar kl. 19.00 – 21.30. Ein kaffimunnur verður at fáa frá kl. 18.30. Tilmelding er neyðug fyri at luttaka. Melda til á www.loksholl.fo

Fundurin fer at snúgva seg um tær ætlanir, sum Mest hevur um at dagføra skipasmiðjuna við nýggjari og størri turrdokk, soleiðis, at hon kann standa seg betri í kappingini á marknaðinum

Fríggjadagin 3. februar millum kl. 15 og 18 er høvið hjá øllum at støkka inn á gólvið í høllini á Hálsi at heilsa uppá borgarstjóran

Borgarafundur verður í Skúlanum á Argjahamri nú mánakvøldið 30. januar kl 19 um útstykkingina omanfyri Argjahamar

ICEJ Føroyar saman við Vinafelagið Føroyar – Ísrael skipa fyri Holocaust minningarhaldi fríggjakvøldið 27. januar kl 19:30 í Kelduni í Skálafirði

ríggjadagin 27. januar verður móttøka í sambandi við, at Faer Isles Distillery byrjar whisky-framleiðslu við síni nýggju, stóru distillarí-útgerð í Vestmanna

Í kvøld kl 19 verður borgarafundur um miðbýarkjarnuna hildin í Finsen, har Osbjørn Jacobsen fer at leggja fram skitsuuppskotið “Urtagarðsbýurin – ein livandi, fjølbroyttur og grønur býur”

Eldraráðið í Norðoyggjum hevur fjølbroyttar uppgávur, har ein teirra er at virka fyri áhaldandi kunning til tey eldru

Korona tvingaði O&T at steðga, men nú byrjar alt aftur mikukvøldið 25. januar klokkan 20.00. Solby Christiansdóttir hevur tikið við eftir Sjúrð Ravnfjall og fer at skipa kvøldini

Almennur borgarafundur um skitsuupskotið “Urtagarðsbýurin – ein livandi, fjøllbroyttur og grønur miðbýur” verður 25. januar kl. 19 í Finsen

Um fáar dagar skipar áhugabólkurin «Lutaíbúðir» fyri kunnandi fundi um lutaíbúðabygging í Føroyum, í hesum føri fyrst og fremst í miðstaðarøkinum

Fríggjadagin 13. januar er Meinigheitshúsið í Vági karmur um hugnaliga løtu, mest ætlað vaksnum og eldri

Felagið Føroyamál skipar fyri tiltaki í Skúlanum við Streymin Leygardagin 14. januar kl. 14

Contrazt er eitt kendu dansibands-nøvnunum í Norra, sum seinastu nógvu árini hevur spælt á dansibandspallum í øllum Norðurlondum

Arnleyg Jacobsen varð fødd 29. desember 1922. Í hesum sambandi verður skipað fyri 100-ára minnishaldi í Víkingahúsinum í Sarpugerði í Norðragøtu, leygardagin 14. Januar 2023 kl. 16

Týskvøldið 10. januar klokkan 19 verður tiltak fyri íverksetar – ella komandi íverksetar – í Kolshøll. Tað er felagið Ráðgevin, sum skipar fyri tiltakinum

Tónleikakappingin Stella Polaris, ið er fyri ungar, klassiskar tónleikarar, verður hildin í Hátúni í døgunum 2. - 4. mars 2023

Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet skipa fyri ráðstevnu, har spurt verður, um og hvussu sáttmálin megnar at vera hóskandi rættarkarmur fyri alt virksemi á havinum

Nýggjársdag kl. 14 skipa ítrottarfelagið Frælsi og Vága prestagjald fyri árligu nýggjársrenningini

Eftir tvey ár, har korona-farsóttin ávirkaði, verður nýggjárshaldið í Vági í ár aftur skipað við fullari skrá