Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 27. november 2020 kl. 17.00. Sára Jógvansdóttir, komandi bygdarráðslimur, heldur røðu

Árligi jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn, sum plagar at vera í Plantasjuni í Havn fyrsta sunnudag í advent, er hesaferð avlýstur, tí tað sampakkar illa við koronatilmælini at hava tiltakið nú

- Eini hús standa uppá spæl

Av koronustøðuni er avgerð tikin um ikki at hava árligu Bach í kertuljósi konsertina í Kirkjubø í december í ár

Rebecca McLaughlin, PhD og rithøvundur heldur, at kristna trúgvin upp gjøgnum søguna er tann rørslan, ið hevur havt størst ávirkan á kvinnurættindi

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir uppskotum at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2020

Av koronu verður einki tiltak á Vaglinum í ár í sambandi við, at jólatræið verður tendrað, tó verður nógv annað á skránni, tá træið er tendrað

Sunnudagin 22. november kl. 16 hevur Stanley Samuelsen konsert í Hoyvíkar kirkju

Hólmahúsið á Eiði verður karmur um sangløtur leygardagin og sunnudagin 21-22 november. Tað er Svenning av Lofti, ið skipar fyri hesum tiltaki og fer at bera fram ein boðskap

Dr. Hans Kluge, evropeiskur stjóri fyri WHO, Dr. Pál Weihe, yvirlækni, professari og ráðgevi, og Lasse Ilkka, lækni, fara at hava framløgur og seta karmin fyri kjakinum

Føroyskar fyritøkur og einstaklingar hava verið djúpt í lummanum í kvøld

Árliga Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya verður í kvøld send sum beinleiðis sjónvarpssending úr Norðurlandahúsinum

- Tað góða við talgilda leistinum er, at skjalasavnsdagurin ikki verður bundin av tíð ella staði, og øll kunnu vera við, tá tey vilja, siga fyrireikararnir

Diabetesfelagið bjóðar til almennan fund í auluni í Finsen leygardagin 14. november klokkan 15 undir heitinum: Sjúkrarøktarfrøðingurin sum kjarnin í diabetesviðgerð

Hæddarpunktið á árinum hjá bókavinum byrjar skjótt, men í ár verða Bókadagar eitt sindur øðrvísi enn onnur ár

- Endamálið við Nýskapan í ferðavinnuni er at eggja íverksetarar til nýhugsan á ferðavinnuøkinum og at stuðla menningini av fyritøkum

Eysturoyar Vinnulívsfelag bjóðar til spennandi fyrilestrar og pallborðsorðaskifti um grøna orkuskiftið

Minningarhald fyri børn, ið farin eru, verður sunnudagin 8.november kl. 16.00 í Havnar kirkju

Etiska ráðið skipar sunnudagin 8. november 2020 kl. 14.30 til 17.00 fyri almennum kjakfundi á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Endamálið við tiltakinum er menna kjakið um etiskar spurningar

Minningarhald eru í nógvum bygdum kring landið. Í ár er ongin deyður á sjónum

Fýra fólk fara eftir tørni at hava hvør sína stutta røðu, har tey leggja fram úrslit frá gransking og grundgeva fyri, hví hendan granskingin er umráðandi

FM-seyðahundakapping verður leygardagin 31. oktobur, kl. 08:30, og sunnudagin 1. novembur, kl. 08:30, á Vatnaskørðum

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Heilsuhjálparafelag Føroya skipa í kvøld kl 19.00 fyri pallborðsfundi um eldraøkið á Hotel Føroyum

Samleikin og Vangin eru alment tikin í nýtslu í dag

Hósdagin er eitt gott høvi at kunna seg um, hvat rørir seg á elbilamarknaðinum, og at royna ein elbil er eisini í boði

Millum annað um kræklingur kann minka dálking frá alingini og hví tað er so heitt í Føroyum

Seyðirnir fáa eitt nummar, so sýnsmenninir ikki síggja hvør eigarin er

Uppboðssøla av 4-5 veðrum úr Høvdabergi í Saksun leygarkvøldið komandi (24-10-2020) kl. 17.00 uttan fyri Reinsaríið í Tórsgøtu

Næsta mikukvøld er møguleiki hjá føroyingum at hoyra Dr. Stefan Cantore. Hetta verður á facebook-vanganum “Online Fyrilestrar”. Tiltakið er ókeypis

Jobmatch 2020 verður í ár flutt yvir á ein spennandi virtuellan pall, sum í stóran mun kann tað sama, og á ein hátt meira enn tann fysiski pallurin vit kenna til

Nú ber til at melda seg til eldradagin 2020. Dagurin verður hildin í Norðurlandahúsinum

Í november verður sjøtul settur á eitt slóðbrótandi tilboð í Sjúkrahúsverkinum, tá Suðuroyar sjúkrahús verður karmur um eitt intensivt og tvørfakligt rehabiliteringsskeið fyri fólk við parkinsonsjúku

Evnið í ár er umhvørvið: “Ein grønari kommuna”. Dagurin verður hildin í Norðurlandahúsinum 16. oktober 2020

Í heystfrítíðini verður høvið hjá stórum og smáum at súkkla saman í einum trunka frá Norðurlandahúsinum og oman í býin

Barnabati fer aftur í ár at senda jólamyndina út til hvørt hús í heystfrítíðini

Bíblian og bókmentir sum tilveruligt tilfeingi í prædikum, lesibólkum og sjúkra- og sorgviðgerðum verður viðgjørt á tvørfakligum pallborðsfundi í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum næsta fríggjadag

Boðskapurin í ABC fyri sálarliga heilsu um at vera virkin saman um okkurt, sum vit tíma, kann vera avbjóðandi, nú nógv uppliva, at vit ikki kunnu vera saman við so nógvum fólkum

Mánadagin flyta koronukanningarnar av Eirargarði oman á Eystaru Bryggju. Fyri at sleppa undan longu bíðirøðunum skulu øll, ið vilja at lata seg kanna, bíleggja tíð frammanundan. Bíleggingin fer fram á heimasíðuni korona.fo

Koronafarsóttin hevur havt við sær eina ógvusliga niðurgongd í heimsbúskapinum, men hvør hevur ávirkanin verið á okkara høvuðsútflutningsvinnur

Runavíkar kommuna bjóðar til ókeypis ráðstevnu í Løkshøll hóskvøldið 8. oktober kl. 19 – 22

Árliga Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu plagar at vera um várið, men í ár er Umhvørvisvikan útsett til oktober. Tað er sum vera man Covid-19, ið hevur gjørt tað neyðugt at útseta tiltakið, sum nú verður frá 4. til 7. oktober

Næstu vikurnar fer Thetis at gera koronakanningar kring allar Føroyar

Borgarafundur skuldi eftir ætlan verða í Nólsoy mikukvøldið. Men vegna koronu er fundurin fluttur til seinni í ár

Koronukanningarnar hjá Sjúkrahúsverkinum halda fram hesa vikuna. Hesa vikuna verður eisini kannað í Skótahúsinum við Løkin í Runavík

Vestmenningar hava verið í skorunum eftir seyði

Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju 27. september kl. 11, við Bergtóri Hjelm Bjarkhamar, sóknarpresti

- 20. feb. 2006 skrivaði Pól á Kletti eina stutta grein í Dimmalætting. Greinin bar heitið “Var Hannah Arendt nakrantíð í Føroyum?”

- Komandi tíðina fer Margarinfabrikkin at varpa ljós á børn við ymiskum uppruna. Børnini hava saman við starvsfólkunum teknað fløggini, sum tey onkursvegna og á ymiskan hátt hava tilknýti til

Greiðar ábendingar eru um, at vit lesa ov lítið. Tí fer tað almenna nú undir nýtt átak

Mikukvøldið 30. september klokkan 19.30 verður borgarafundur hildin í Nólsoy