Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Árni Frederiksberg endaði sum toppskjútti í Champions League undankappingini við seks málum, skrivar Bolt.fo

Føroyska barrin Skarv í Keypmannahavn vísir avgerandi returdystin í kvøld millum FC Sheriff Tiraspol og KÍ beinleiðis úr Moldova kl. 19:00 danska tíð á trimum stórskíggjum

Egi Gothard Danielsen er nýggjur formaður í StÍF. Hann bleiv valdur til formann av nýggju nevndini beint eftir aðalfundin, sum bleiv hildin týskvøldið 29. august í bygdahúsinum á Strondum

StÍF hevði árliga aðalfund týskvøldið 29. august í bygdahúsinum á Strondum. Uppmøtingin var góð, á leið 40 fólk. Nevndarval var á skrá

- Uttandura kappróðrarsesongin er farin afturum og inniróðursesongin er fyri framman. Seinasta hálva árið hevur verið fylt við góðum upplivingum og úrslitum

 

Sunnudagin eru dystirnir um Lionsbikarið hjá kvinnum og monnum, og ágóðin hesaferð verður latin Beranum

Føroyska U15-landsliðið við gentum endaði á 3. plássi í Baltic Cup 2023, sum síðstu dagarnar hevur verið í Litava. Vit høvdu møguleikan at vinna kappingina, men tóku tíverri ikki av, sigur venjarin

Útivið 1.200 fólk luttóku í Faroe Express Stafettini, sum var á Skansabryggjuni í Havn leygardagin 26. august

ÍSF hevur sett Katrina Dam á Neystabø í fast starv sum ítróttaráðgeva við høvuðsábyrgd fyri breiddarítrótti

 

Eyðun Klakstein hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingardystirnar móti Belarus og Kroatia, sum vera 7. og 12. september

Nýggjur hestur vann Tvíspor vaksin – Grani vann á degnum, men Ása Bárðardóttir gjørdist yngsti FM vinnari nakrantíð

Her er leikskráin til heimadystin í dag hjá 07 Vestur ímóti B68 á Dungasandi kl 1500

 

Føroyska U16-landsliðið við gentum tapti báðar venjingardystirnar ímóti Irlandi. Sjálvt um tað kennist tungt beint nú, so læra genturnar nógv av hesum, sigur venjarin

Nú kanst tú tryggja tær bestu plássini til Nations League dystirnar í heyst og samstundis vera við í lutakastinum um eitt gávukort til Hotel Brandan og eina landsliðsblusu

Dysturin millum KÍ og Sheriff Tiraspol á Tórsvølli í kvøld endaði við javnleiki 1-1

Kringvarpið vísir Europa League-dystin ímillum KÍ og Sheriff Tiraspol í kvøld

Tórshavnar kommuna hevur tikið avgerð um at lata ítróttahallir upp frá kl. 7 á morgni til midnátt allar dagar í vikuni

Ongantíð áður hevur ein altjóða dystur so seint í kappingini fyri feløg verið í Føroyum sum tað verður í morgin, skrivar Norðlýsið

Sølan av atgongumerkjum til útidystin móti Póllandi og heimadystin móti Moldova er byrjað. Atgongumerki til børn kosta einans 50 krónur

Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá KÍ kvinnunum í ár, og nú fýra umfør eru eftir at spæla, er longu greitt, at tær fimta árið á rað vinna føroyameistaraheitið. Talan er um FM nummar 23 seinastu 27 árini

Hóast borgarstjórin er komin væl til árs, fýrdi hann ikki fyri at renna 10 kilometra maraton í Reykjavík í dag

Mikudagin hevði nýggi venjarin hjá kvinnum, Signe Pries Andersen sína fyrstu venjing sum føroyskur landsliðsvenjari

Rakel vann silvur fyri Føroyar í HM í Hollandi

VIDEO: - Molde var betra liðið, men KÍ-leikararnir kempa við hjartanum langt uttan á troyggjuni og skulu vera ernir av avrikinum, tí tað eri eg, sigur Magne Horseth, venjari, við KVF

Molde hevur skorað í dystinum móti KÍ og er støðan nú 2-0, og tað gjørdist endaliga støðan

VG hevur á síni heimasíðu møguleikan at siga hvørjum tú heldur við í dystinum í kvøld millum Molde og KÍ, og fleiri halda við KÍ enn við Molde

Hýrurin á KÍ-viðhaldsfólkum er rættilga góður í góðveðrinum í Molde

Árni Frederiksberg hevur skorað í øllum Europa-dystunum higartil og verður mettur sum kanska størsta hetjan í KÍ, skrivar VG

VIDEO: "Hetta er øgiliga strævið, tí tað er sum at vera til eina steypafinalu hvørja viku. Mann er móður," halda nakrar av KÍ-mammunum, sum er við í Molde og stuðla synunum

Í dag hava Molde og KÍ havt sínar tíðindafundir fyri nógvum fjølmiðlum. Norðlýsið hevur báðar á video (Mynd: Norðlýsið)

Kringvarp Føroya hevur keypt rættindini til at senda spennandi dystin KÍ móti Molde, sum byrjar í annaðkvøld, týskvøldið, kl. 18

Tvær FM kappingar eru nú avgjørdar, hóast ein kapping er eftir. Tað eru systrarnar Ranja og Yrsa H. Djurhuus sum vunnu ávíkavíst Tvíspor ung og Trav leygardagin

Tað hevur annars verið fastur táttur á Ovastevnu tey seinastu árini, men í ár er tiltakið avlýst vegna mjørka

Ikki óvæntað gjørdist tað toppskjúttin í UEFA Champions League, Árni Frederiksberg úr KÍ, ið bleiv valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í juni og juli mánað

Stórur spenningur er í fleiri greinum, nú fjórða av fimm FM kappingum, verður á breytini í Marknagili, leygardagin kl 15 - Størstur spenningur er helst í Tvíspor l flokkur, men vit kunna taka støðurnar í tí røðini greinarnar eru

Komandi vikuskifti fara FM kappingarnar í leirdúgvuskjóting av bakkastokki

Úrslitið í Evropa Cup-dystinum millum B36 og kroatiska HNK Rijeka gjørdist 1-3

Tað endaði við trimum tapum fyri føroyska U17-landsliðið við dreingjum, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í árligu NM kappingini, sum í ár var í Finnlandi

Eftir ein sera spennandi dyst taptu U19 menninir kvartfinaluna eftir umdyst móti Egyptalandi í HM endaspælinum, ið verður leikt í Kroatia í hesum døgum

Í farnu viku skipaðu FSF og B68 fyri fótbóltsskúla á Svangaskarði á Toftum. 125 børn og ung í aldursbólkunum U7, U9, U11 og U13 luttóku

10.000 fet um dagin verður við jøvnum millumbili nevnt sum magiska talið, skalt tú halda teg sunnan

EM-finalan í 400 metra renning fyri U20-menn hevur verið í dag, og føroyski luttakarin Jónas Isaksen vann finaluna

Her eru nakrar útlendskar forsíður eftir dystin millum KÍ og Molde

Hann er fantastiskur Árni Frederiksberg - skoraði bæði málini í dystinum móti Molde, sum ikki vísti nakað hóttandi spæl whatsoever

Tað var klassamunur, tá føroysku U19-hondbóltsmenninir í dag smurdu Saudiarabia av 41-23 og vunnu sær pláss í HM-fjórðingsfinaluna

Á Tórsvølli eru 5.100 pláss til áskoðarar, og í løtuni eru bara um 400 atgongumerki eftir at selja, sigur Rói Clementsen, nevndarlimur í KÍ, við KVF

- Fyrst koyrdi eg til norsku ambasaduna á Eysturbrúgv fyri at lána eitt norskt flagg til dystin í kvøld í øllum trafikkinum og vindinum og upp á 4. sal til eitt elektriskt samtaluanlegg at tosa í

Perlan í Tórsgøtu verður høvuðssæti fyri eina sera avbjóðandi treystikapping komandi vikuna

Sensasjóns-summarið 2023 blívur við at geva føroyingum nærmast óveruligar ítróttaupplivingar

Vinnur KÍ Champions League-uppgerðina móti Molde, skulu teir mest sannlíkt spæla ímóti turkiska stórfelagnum Galatasaray, fyri at koma í Champions League-bólkaspælið, skrivar KVF