Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Perlan í Tórsgøtu verður høvuðssæti fyri eina sera avbjóðandi treystikapping komandi vikuna

Sensasjóns-summarið 2023 blívur við at geva føroyingum nærmast óveruligar ítróttaupplivingar

Vinnur KÍ Champions League-uppgerðina móti Molde, skulu teir mest sannlíkt spæla ímóti turkiska stórfelagnum Galatasaray, fyri at koma í Champions League-bólkaspælið, skrivar KVF

- Vit lata myndirnar tala, orð røkka ov stutt, skrivar Norðlýsið, sum hevur 120 myndir frá móttøkuni fyri KÍ

Góðu evropeisku úrslitini hjá KÍ og B36 eru orsøkin til, at neyðugt er at gera smávegis broytingar í skránni fyri landskappingina og steypakappingina hjá monnum

Í samband við at KÍ vann á BK Häcken í Gøteborg í gjár, verður almenn móttøka á Djúpumýru í kvøld. Leikararnir vera væntandi við vøllin áleið kl. 21.30 í kvøld

- Besta úrslit nakrantíð hjá føroyskum fótbólt fyri lið, skrivar FSF-forsetin eftir sigurin hjá KÍ

Fróði Benjaminsen og U17-dreingirnir hava fyrireikað seg væl til NM kappingina, men teir ásanna samstundis, at talan allarhelst verður um nakrar truplar dystir

Føroyameistarin KÍ hevur vunnið brotssparkskappingina móti svenska meistaranum Häcken og er víðari í Champions League - Til lukku KÍ!

Komandi vikuskifti fara fimm føroyskir U17 leikarar til Vilnius í Litava at luttaka í EM fyri blandað lið í badminton

Ian Andersen, sum fyrr hevur vunnið EM-kapping í gokart fyri deyv, hevur júst vunnið altjóða gokartkappingina “Worldkart” í Master-flokkinum. Hann var einasti deyvi kappkoyrarin í kappingini

Fáur man hava gáað um, at ólavsøkukappróðurin í ár var hin hundrandi í røðini, síðani farið var undir regluligan kappróður á tjóðarhátíð okkara

Tað var undan kappingini ólavsøkudag, spátt um at Tvíspor l flokkur, kundi gerast sera spennandi. So var eisini, hvørki veðurguðar ella aðrir guðar kundi forða fyri hesum

Árligi talvdysturin ólavsøkuaftan á tíggju borðum millum Havnar telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag var sum vant í hølum Havnar Telvingarfelags ovast á Finsen eftir kappróðurin í gjár

Aftur í ár skipaði Tórshavnar Súkklu- og Triathlon felag fyri barnasúkkling á Ólavsøku

Í ár eru 50 ár síðani, at skipað varð fyri fyrstu FM-kappingunum í kappróðri. Her eitt yvirlit yvir allar FM-vinnararnar í kappróðri hesa hálvu øldina

Tað vera heili 44 ross ið fara at kappast í ólavsøkukappríðingini í ár. Hetta er hægsta luttøkutalið hesumegin aldarskiftið

Aftur í ár fara havnarmenn og klaksvíkingar at kappast á tíggju talvborðum ólavsøkuaftan

Champions League-dysturin millum KÍ og BK Häcken endaði 0-0

Tað verður í ár Barbara Carlsen og hestur hennara, Forseti, ið koma at ganga á odda fyri árligu skrúðgonguni til setana av ólavsøku

Norðmaðurin og venjarin hjá KÍ, Magne Hoseth, hevur leitt Klaksvík til sítt størsta bragd. Nú er KÍ nærri einum europeiskum bólkaspæli enn nakrantíð, skrivar VG

Vilt tú stuðla ítróttarfeløgum á ólavsøku, skalt tú leita tær oman í gongugøtuna og oman á parkeringplássið í Tórsgøtu

Í ár er árliga myndatøkan á Vaglinum í Tórshavn

StÍF og danin Christian Bonde hava gjørt avtalu um, at hann fer at spæla við mansliðnum komandi kappingarár

- Eitt er úrslitið, men at fáa áskoðararnar hjá teimum við sær, var heilt ótrúligt, sigur tvímálsskjúttin hjá KÍ, Árni Frederiksberg, við KVF

KÍ fekk í dag eitt tað størsta úrslitið í altjóða fótbólti nakrantíð móti ungarska stórfelagnum Ferancvaros, skrivar Bolt.fo

Nevndin fyri UEFA hevur sett forsetan í FSF, Christian Andreasen sum formann í nevndini fyri leikara- og transfernevndini hjá evropeiska fótbóltssamgonguni

Lutakast um dystirnar í øllum kappingum fyri feløg í flogbólti er júst liðugt í Luksemburg. Her gjørdist greitt, at mótstøðuliðið hjá Mjølnir í Challenge Cup verður Numidia VC Limax Linne úr Hollandi

- Nú kappingarárið 2023/24 í badminton verður skotið í gongd í august mánaði, hava badmintonfeløgini ÍF, Nápur, MBF og KBF gjørt avtalu við nýggjan venjara

Í dag bleiv aftur kappast í súkkling, í vegsúkkling. Og hesa ferð bleiv kappast í Einkultstarti, ella tíðarkoyring, sum hetta slagið av vegsúkkling eisini kallast

Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur kunngjørt hópin, sum í komandi mánað skal umboða Føroyar til NM kappingina, sum verður í Finnlandi

Talan gjørdist um trý greið tap fyri føroyska U17-landsliðið við gentum, sum hevur tikið lut í árligu NM kappingini, ið hesaferð var í Sundsvall í Svøríki

Bogaskjúttarnir vunnu 7 heiðursmerki á Oyggjaleikunum - 4 Gull 1 Silvur 2 Bronsu

Í kvøld, hóskvøldið 13. juli verður fyrri dysturin hjá HB í UEFA Conference League ímóti Derry City FC. Dysturin verður á Tórsvølli, og byrjar kl. 19.00

Tey eru ymisk á máli um bronsuna, men tey hava ikki stundir at irða seg. Næsta kapping bíðar eftir teimum. Sí innslag her

Nú farið er undir fjórða kappingardagin í Guernsey, eru Føroyar á fjórða plássi á heiðursmerkjatalvuni við átta gull, 12 silvur og átta bronsuheiðursmerkjum, skrivar KVF

Unga Rakel B. Tindskarð gjørdi bart til DM í gonguløgum farna vikuskiftið. Hon kappaðist á hesti sínum, Silas vom Forstwald, í greinini T1 fyri ung reiðfólk

- Fekk sagt takk til mín góða vin, formannin í IGA fyri avgerðina at hava oyggjaleikirnar í Føroyum 2031, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í stuttari viðmerking til VP

Aftaná góðu føroysku úrslitini á Oyggjaleikunum mánadagin, fingu Føroyar aftur í morgun góð tíðindi: Oyggjaleikirnir 2031 verða í Føroyum

Sera spennandi og hendingarríka kappingarárið hjá Føroyskum Íslandsrossafelag endaði í vikuskiftinum við einum braki av eini FM-finalu, tá fjórða og seinasta Safari uttandurakappingin var í Havnardali

- Vit fingu at vita, at vit skuldu njóta hetta her, og tað haldi eg, at vit gjørdu, segði Anna Maria Sloan eftir søguliga dystin, sum tó endaði við greiðum tapi

Beint eftir Dag & Viku verður ein beinleiðis oyggjaleikasending av Guernsey við práti, innsløgum og finalu í 400 metrar renning

Øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í ár, og sum ætla at skifta felag í summar, skulu fáa hetta avgreitt innan mikudagin 12. juli 2023 klokkan 16:00

Tað er vorðin ein stórhending, hvørjaferð Team Rynkeby sigur farvæl, áðrenn farið verður umborð á Norrønu og víðari til París. Hópur av fólk var samankomið á Vaglinum í gjárkvøldið

Nú er fyrsti dagur av Inter Island Games farin aftur um, og vit eru sera errin um framúr góðu úrslitini hjá okkara íðkarum

- Borðtennislegendan Peter Hentze Niclasen fer at bera Merkið leygarkvøldið. Peter man verða ein tann føroyingurin, sum hevur luttikið á flest oyggjaleikum tilsaman

U16-landsliðið við gentum sleppur av álvara at royna seg, tá tær í august mánað skulu spæla tveir venjingardystir móti Írlandi

Dagarnar 5. - 8. juli verður Høllin á Hálsi karmur um eina venjingarlegu í brasilskum jiu-jitsu. Tá koma umleið 65 fólk úr ymsum londum til Føroya

Føroyski landsliðsskjúttin Sámuel Petersen vann gull í U21-bólkinum í compound í norðurlendsku ungdómsmeistarakappingini í bogaskjóting um vikuskiftið

Sigtór Petersen hevur sett navn tær 18 genturnar, ið skulu umboða Føroyar til Baltic Cup 2023 í Litava frá 21. til 28. august