Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Føroyskur fimleikur tekur seg alsamt fram í altjóða høpi og vónandi fara nakrir av okkara fremstu íðkarum at luttaka í EM í desember. Í hesum sambandi er ein lopgrøv eitt neyðugt amboð

Tað var eitt uppsett og væl skipað landslið, sum tók ímóti Hvítarusslandi á Tórsvølli í kvøld, og úrslitið gjørdist eisini hitt frægasta í hesari undankappingini

Fýra dystir í 1. deild hjá monnum, sum eftir ætlan skuldu spælast týsdagin 22. september, eru fyribils útsettir. Orsøkin er koronatiltøkini, sum eru sett í verk á Glasir og í skúlanum á Fløtum

Leiðslurnar í politisku flokkunum hava í dag verið á fundi við ÍSF, sum nú vónar, at landspolitikarar fara at játta ítróttinum hægri játtan komandi ár

Seinnapartin sunnudagin vandi A-landsliðið við kvinnum á Tórsvølli, og áðrenn tær av álvara fóru í gongd, fekk FSF Varpið orðið á Biritu Ryan og Káru Djurhuus

Hetta er ein av spurningunum, ið ein arbeiðsbólkur, settur av formonnunum í feløgunum kring landið, arbeiðir við í hesum døgum. Somuleiðis viðgerð bólkurin skipanina við uppalingarpengum

Í vikuni varð staðfest ein lægd á Ovara vølli, sum bendi á trupulleikar við undirlendinum. Av tí at Havnará rennur undir vøllinum, varð lokarennan, sum áin rennir í, kannað

Føroyska A-landsliðið við monnum er nú at finna á 107. plássi á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA. Sigrarnir á Malta og Andorra hava flutt Føroyar trý pláss rætta vegin

B36 vann dystin móti The New Saints við endaliga úrslitinum 7-6 og er víðari í UEFA Europa League. B36 hevur leikt seg tríggjar ferðir víðari og skrivar føroyska søgu

- Miniton er venjing fyri yngru børnini, sum gjøgnum spæl og serstaka venjing læra at spæla badminton

Kanningin verður framd í stórum parti av heiminum og viðger atferð, trivnað og meiningar hjá borgarunum

Hevur tú nakrantíð spælt fótbólt í einari á? Ella í einum fjósi? Frá mánadegnum 21. til mikudagin 30. september verða árligu Grassrootsdagarnir hjá UEFA hildnir í Føroyum og øllum Evropa

Menninir, ið skaptu sensasjónina í Landskrona, hittust í dag at hátíðarhalda 30 ára dagin eftir søguliga sigurin, og hýrurin var góður á monnum

Tórsvøllur er nú bundin í fjarhitaskipanina. Fjarhitin er seinnu árini lagdur ígjøgnum partar av høvuðsstaðnum m.a. í Gundadal og á Hálsi

- Tórshavnar kommuna tekur nú neyðugu stigini, so øll fótbóltslið í kommununi kunnu sparka á nýggja graslíkinum á ovara vølli. Málið hevur skund, sigur Tórshavnar kommuna

ÍSF er í tøttum samskifti við sambondini um støðuna. ÍSF hevur eisini heitt á politisku skipanina um at fáa fund í lag, at viðgera fíggjarligu trupulleikarnar hjá føroyskum ítrótti nærri

John Petersen, landsliðsvenjari hevur úttikið 22 leikarar til heimadystirnar móti Norðurírlandi og Hvítarusslandi

- Tað gleðir okkum, at vit hava longt stuðulsavtalu okkara við P/F Wenzel eitt kappingarár afturat, sigur Hondbóltsfelagið Tjaldur

Hósdagin vunnu Føroyar 3-2 á Malta, og í gjár varð spælt á útivølli móti Andorra. Og aftur hesaferð fór føroyska liðið avstað við øllum stigunum

Tað eru tvey lið við nógvum sjálvsáliti, ið fara á vøllin á Estadi Nacional í Andorra í dag klokkan 14:00, føroyska tíð. Andorra byrjaði kappingina væl, við at spæla javnleik 0-0 á útivølli ímóti Lettlandi

Kortteknari úr Skive hevur gingið 60 kilometrar á Tvøroyri

Við bit og slit megnaði føroyska landsliðið at vinna 3-2 á Malta

Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur sett liðið, sum byrjar á vøllinum ímóti Malta í kvøld klokkan 19:45

Italia verður vertur fyri útsetta HM í súkkling

Dystirnir um Lionsbikørini í hondbólti verða spældir leygardagin millum fremstu liðini farna kappingarár, og ágóðin fer til eitt átak hjá Bláa Krossi Føroya millum børn og ung

Tey vunnu ikki minni enn trý av fimm møguligum FM heitum, tá kappast var í Marknagili leygardagin

Janus Svabo Samuelsen og Noah Mneney eru boðsendir til U21-landsdystirnar ímóti Ísrael og Norðurmakedónia. Teir avloysa Jákup B. Andreasen og Mórits Heina Mortensen

Aftaná eitt sera spennandi kappingarár, avgjørdi Barbara Chaparro og Svanna FM til teirra fyrimun. Hetta merkir at Barbara Chaparro fer at ganga fremst, tá ólavsøkan 2021 verður sett

Arnbjørn Svensson úr Víkingi er boðsendur til U21 EM-undankappingardystirnar ímóti Ísrael og Norðurmakedónia. Arnbjørn avloysir Ólavur Niclasen, sum hevur givið avboð vegna skaða

Í heyst verður bridgeskúli, har tú kanst læra at spæla bridge

Kaj Leo í Bartalsstovu og Rógvi Baldvinsson verða kortini ikki við ímóti Malta og Andorra. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Jákupi B. Andreasen og Patriki Johannesen úr KÍ

Nógv ár síðani at so nógvur spenningur hevur verið um FM heitini, kl 14 í dag skal avgerðast hvør vinnir fýra FM heitir

Føroyskur fimleikur hevur tikið seg nógv fram seinastu árini. Bæði estetiskur fimleikur og amboðsfimleikur hava víst góð úrslit

Mikukvøldið vóru tveir dystir á skránni í fremstu deildini hjá kvinnum. NSÍ og HB spældu javnleik 4-4, og í Klaksvík vann KÍ 6-1 á EBS/Skála. Øll málini síggjast í FSF Varpinum

Sebastian Pingel gjørdi tvey mál og hevði eina avgerandi assist, tá ið B36 vann dystin í Europa League-kvalifikasjónini móti Levadia

- Hetta er ein stórur dagur fyri okkum og fyri feløgini, sum tolin hava bíðað í eftir at sleppa framat - tit eiga øll eina stóra tøkk uppiborna fyri tykkara tolni og fyri at finna tykkum í nógvum órógvi, segði Annika Olsen tá hon beyð vælkomin á Ovara Vølli

Føroyameistararnir KÍ góvu sveisisku meistarunum Young Boys skarpan gang, tá liðini hittust í Champions Leauge í gjárkvøldið

Í dag kl. 16.30 verður stutt almenn samkoma í Gundadali, har borgarstjórin fer at bera fram eina heilsu í sambandi við at Ovari vøllur hevur fingið nýtt graslíki

Fyrr í ár útskrivaði felagið búmerkjakapping og inn komu 13 uppskot. Ein samd nevnd valdi uppskotið hjá hollendsku Claire Oude Aarninkhof

Fyri tíð er Ovari vøllur klárur og verður handaður Tórshavnar kommunu í morgin. Tað er fyritøkan Laiderz sum hevur lagt nýtt graslíki á vøllin

Verkætlanin viðvíkjandi útbygging av verandi svimjihøll í Gundadali við nýggjari svimjihøll við langhyli, terapihyli, dampsauna, uttandura hitapotti v.m., er nú liðugt prosjekterað

- Um landsstýrið ikki hækkar játtanina til ítróttin minst 1,5 milliónir krónur næsta ár, so lækkar stuðulin til sambondini undir ÍSF 11 prosent. ÍSF hevur greitt landsstýrinum frá støðuni, men hevur enn einki frætt aftur

Starvsnevndin í FSF hevur avgjørt, at frá komandi fríggjadegi sleppa áskoðarar aftur til dystir í føroysku fótbóltskappingunum

UEFA hevur gjørt av, at KÍ vinnur dystin móti Slovan Bratislava, sum skuldi vera mikudagin 19/8-2020 við Djúpumýru í Klaksvík

Nýggi U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik Hentze úttók mánadagin hópin til EM-undankappingardystirnar móti Ísrael og Norðurmakedónia, sum verða á Svangaskarði 2. og 8. september

Fyrrapartin úttók Håkan Ericson sín fyrsta føroyska landsliðshóp, og fyri fyrstu ferð hava Daniel Johansen, Heðin Hansen og Dan í Soylu fingið A-landsliðsboð

Í finaluni megnaði Jóannis, at skjóta 49 dúgvur, sum vóru 2 dúgvur fleiri enn nærmasti kappingarneytin

- Tað sum hendi í Føroyum var ein skandala og stór skomm, heldur Ivan Kmotrik

- FSF hevur verið í samband við UEFA og spurt um dystin millum KÍ og Slovan Bratislava, men eingin avgerð er tikin enn, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti, við VP

- Eldhugurin tekur ongan enda og hugurin at venja og gerast betri til fótbóltin kennir neyvan sín líka, heldur útlendskur hjálparvenjari