Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein av teimum, sum aftur í ár verður at síggja fram við síðulinjuni í Betrideildini, er Dan Højgaard úr Rituvík. Dan fer nú undir sítt 25. ár sum hjálpardómari í føroyskum fótbólti

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 18 spælarar til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars

Á seinasta býráðsfundi varð samtykt at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá Allan við Rætt og Pól á Sondum, um at skifta restina av gomlu vindeygunum í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði

Í gjár varð fimta og seinasta Grand Prix-umfar spælt í høllini í Trongisvági, og sostatt er Grand Prix-kappingarárið í borðtennis nú komið at enda, og vinnarar eru funnir og heiðraðir í øllum aldursbólkum

SÍ vann Bónuskappingina fyri kvinnuungligar ímóti Mjølnir. Talan bleiv ongantíð um ein veruliga spennandi dyst

Fleyr vann Bónuskappingina fyri gentur 19 í einum dysti ímóit Mjølnir, sum ongantíð bleiv rættuliga spennandi

Elsta ítróttafelag í landinum og yngsta flogbóltsfelagið hittust til enn eina finalu í dag. Elsta felagið, TB, vann dystin og Bónuskappingina fyri gentur 14B

Ongin ivi hevur í nógv ár verið um, at SÍ hevur eitt avbera gott ungdsómsarbeiði í flogbólti, og at nógvir gávuríkir ungir leikara koma úr Sørvági og úr Vágum annars

Hvørki av oddaliðunum í landskappingini í talvi vunnu í dag. Havnar Telvingarfelag styrkti um leiðsluna í oddastríðnum í næstsíðsta umfari í dag. Afturímóti harðnaði stríðið millum aftaru liðini, sum royna at lívbjarga sær í deildini

Dómararnir, hjálpardómarar og dómara eygleiðararnir løgdu um vikuskiftið seinastu hond á fyrireikingarnar til komandi kappingarár, sum fer av bakkastokki um tvær vikur

Leygardagin 23. februar 2024 vóru ávikavist 2 dystir í A-bólkinum og 3 dystir í B-bólkinum í føroyameistarakappingini fyri lið leiktir í Bridgehúsinum í Gundadali

 

Í morgin sunnudagin verður farið undir dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í landskappingini í talvi fyri feløg

U16 genturnar hjá Fleyr tóku fyrsta gullið til Havnar í Bónuskappingini

U16 dreingirnir hjá SÍ tóku annað gullið til Sørvágs í kvøld, tá teir sannførandi funnu 2-0 á ÍF

Kappingin í ár er skipað sum bæði EM og HM, og í dag hava føroysku rógvararnir kappast á 500 m

U19 dreingirnir hjá SÍ vunnu fyrsta gullið í Bónuskappingini í flogbólti. Sì vann 2-1 á ÍF

Undan Bónus-steypafinaluni hjá monnum: Leygardagin 24. februar kl. 19:00 í Høllini á Hálsi: SÍ – Mjølnir

Undan Bónus-steypafinaluni hjá kvinnum: Leygardagin 24. februar kl. 16:00 í Høllini á Hálsi: Fleyr – Dráttur

 

Her er brot úr røðuni, ið Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt fyri steypavinnarunum

Skráin fyri EM-undankappingina fyri U17 gentur, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars, er nú klár. Føroyar spæla fyrsta dystin ímóti Lettlandi sunnudagin 17. mars klokkan 13:00

Føroyska landsliðið í inniróðri er ávegis til Prag at kappast um heimsmeistaraheitið í inniróðri

Leygardagin 17. februar skipaði Badmintonsambandið fyri FM fyri lið í Klaksvík

Tað verður Fríði Mohr Jacobsen av Toftum, ið skal umboða Føroyar í eEURO 2024 undankappingini

Tá ársins stórsteypadystir í fótbólti verða spældir fyrst í mars mánaði, verður tað Berin, sum hjálpir bæði børnum og foreldrum at handfara sorg, ið fær ágóðan

Nikkel Petersen noyðist heim, áðrenn kappingin byrjar, men Jógvan Niclasen, ið var liðleiðari, fer at skjóta í staðin

Um vikuskiftið var stóra steypafinalu-vikuskiftið hjá Hondbóltssambandinum, og aftur í ár var Eydnudeildin við. Eydnudeildin varð sett á stovn í Føroyum skírishósdag fyri 6 árum síðan, og nú hevur Eydnudeildin heili 3 lið í Føroyum

Hóskvøldið 22. februar verður spennandi fyrilestur um, hvussu vit skapa trygg ítróttaumhvørvi fyri børn og ung í Føroyum

Tað verður navnframi svimjarin, Pál Vitalis Joensen, sum frameftir fer at samskipa arbeiðið hjá Antidoping Føroyum. Hann tekur við eftir Jarvin Feilberg Hansen og fer at halda fram við arbeiðinum at tryggja reinan ítrótt í Føroyum

18 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag var næstfremstur í sterkasta bólkinum í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar, sum endaði í dag.

Skuldi Mjølnir gera sær veruligar vónir um at røkka FM-finalunum, so var neyðugt at vinna á Fleyr í dag, men tað eydnaðist ikki

Eftir tryggar sigrar hjá Mjølnir og SÍ á ávikavist Fleyr og ÍF er munurin á stigatalvuni ímillum tey bæði fremstu á finaluplássunum og hini nú so stórur, at tað er mest sum bara í teoriini, at ÍF og Fleyr kunnu vinna seg upp á annaðplássið

4. Grand Prix-umfar varð spælt í høllini á Hálsi í Havn í gjár, har 29 leikarar úr tveimum ymiskum feløgum kappaðust í fýra ymiskum styrkibólkum, nevniliga í A-bólki, B-bólki, C-bólki og D-bólki

Leygardagin var árligi aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin í Trinstovuni á Tórsvølli. Roknskapurin varð lagdur fram, og hann vísti eitt yvirskot upp á slakar hundarð túsund krónur

Vestmenningar eru steypavinnarar fyri fyrstu ferð síðani 2015

Her ber til at taka niður stóra og flotta Faxe kondi steypafinalublaðið 2024

Mjølnir nærum spleysað av eftir tap fyri KÍF

Í kvøld kl. 19 møtast nr. 2 og 3 í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum, SÍ og Fleyr

Eitt stig var á muni millum kappingarneytarnar Havnina og Sandavág fyri dystirnar í áttanda umfari sunnudagin - nú eru havnarmenn tvey stig fremri

Narvi Jensen vann sítt fyrsta gullheiðursmerki í vetur í einari tættari og spennandi compound-finalu á 15 metrum, og uppaftur størri spenningur var hjá recurve-kvinnunum

Ársins fyrsta kapping var á Skála um vikuskiftið

Árliga silvurkappingin var í Bridgehúsinum í gjár

Løkshøll í Runavík var leygarkvøldið karmur um árliga ítróttafagnaðin, sum Ítróttarsamband Føroya, ÍSF, skipar fyri. Her eru fleiri myndir

Fótbólturin fekk tvær heiðurslønir – ársins ítróttafelagsskapur og ársins eldsál – á ítróttafagnaðinum 2023, sum ÍSF skipaði fyri í Løkshøll leygarkvøldið

Dysturin bleiv ongantíð veruliga spennandi. Til tess vóru kvinnurnar hjá Drátti ov sterkar ímóti einum ikki serliga vælleikandi Mjølnir liðið. Dráttur-Mjølnir 3-0 (25-18, 25-20, 26-24)

Dystaskráin fyri komandi UEFA Nations League hjá monnum er nú klár. Føroyar byrja á heimavølli leygardagin 7. september, tá norðurmakedónar vitja á Tórsvølli

Leygarkvøldið 10. februar klokkan 20 verður Ítróttafagnaðurin 2023 í Løkshøll. Tiltakið verður víst á Rás1 á Televarpinum

Nú er greitt, hvørjum londum føroyska manslandsliðið skal spæla ímóti í komandi UEFA Nations League kapping, sum er á skránni í heyst

FSF hevur fingið avtalu í leg við tey trý baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, at føroyska A-landsliðið við monnum tekur lut í Baltic Cup 2024, sum verður í juni mánað

Leygardagin verður hálvfinaludagurin í steypakappingini í flogbólti hildin í Klaksvík

KÍ hevur havt aðalfund í kvøld og hevur almannakunngjørt ársroknskapin fyri árið 2023. Felagið setur met í bæði inntøkum, útreiðslum og yvirskoti