Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nú ber til at kunna seg um tiltøk og annað, sum verður á norðoyastevnu

Eftirlitssýnið varð framt 1. juni 2021 og í niðurstøðuni verður sagt, at Ovari vøllur í Gundadali er góðkendur at nýta í øllum deildum í føroysku lands- og steypakappingini í fótbólti

Nú fríggjakvøldið 4. juni skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá føroyska liðið fyri fyrstu ferð í 17 ár aftur skal spæla venjingardyst á heimavølli

Á Mentanarnáttini í Havn fríggjadagin 4. juni stendur áhugaðum frítt at sleppa at royna seg móti tí 15 ára gamla Luitjen Akselsson Apol, sum fer at telva móti fleiri í senn

Í 3-2 í kvøld verður greitt hvussu spælast skal í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið

Jóannes Kalsø Danielsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard og Jákup Johansen eru boðsendir til landsdystirnar móti Íslandi og Liktinstein

Harvið byrjar ein nýggjur kapittul hjá íSF, nú gamla ÍSF húsið, ið stóð við síðuna av svimjihøllini í Gundadali, er rivið niður fyri at gera pláss fyri nýggja langhylinum

Kurvabóltssamband Føroya er nú sersamband innan ÍSF. Tað varð einmælt samtykt á aðalfundinum hjá ÍSF leygarmorgunin

Forsetin í ÍSF, Elin H. Joensen, var hvassorðað á aðalfundinum í gjár, tá hon kom inn á fíggjarviðurskiftini hjá føroyskum ítrótti

Føroya Styrkisamband, FSS, fyrireikar seg í løtuni til at luttaka á Føroyaleikunum, sum verða hildnir 8-11. juli

- Kvinna fegnast um stóru undirtøkuna til Kvinnurenningina í ár, og vit takka fyri stóra áhugan

»Føroyaleikir« er heitið á ítróttastevnu hjá ÍSF, ið skal verða ein afturvendandi summarkapping fyri allan føroyskan ítrótt, sum ÍSF fevnir um

Nýggi landsliðsvenjarin hjá U19-landsliðnum við dreingjum, Sigfríður Skaale Clementsen hevur úttikið 25 spælarar til venjingardyst móti Íslandi

Sámal Erik Hentze og Atli Gergersen hava sent boð eftir 22 spælarum til landsdystin móti Armenia, sum er tann fyrsti í komandi EM-undankapping

Håkan Ericson og Eli Hentze hava í fyrstu atløgu úttikið 23 spælarar til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein, sum verða 4. og 7. juni

Føroya Styrkisamband hevði aðalfund herfyri, og er nevndin nú mannað

Leygardagin 22. mai varð enn eitt súkklu og triathlonfelag sett á stovn, tá ið stigtakarar í Klaksvík møttust til stovnandi aðalfund

Av koronastøðuna, sum nú er íkomin, hevur kappingarnevndin hjá FSF avgjørt at avlýsa allan fótbólt

Eftir fýra ár í Íslandi hevur evnaríki vestmenningurin nú hug at royna nýggjar avbjóðingar

- Eg eri sera takksamur fyri, at eg fyri 3. ferð varð afturvaldur í yvirkærunevndina fyri eitt 4 ára skeið, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti

Gott og væl hálvthundrað høvuðsungdómsvenjarar og U11-venjarar tóku lut á áhugaverdum tiltakið, sum FSF skipaði fyri á Svangaskarði mikudagin

Tað hevur gingið skjótt og væl at leggja nýtt graslíki á Ovara vøll í Gundadali. Arbeiðið verður væntandi endaliga liðugt um eina viku ella so

Nýggja triatlon- og súkklufelagið á Skálafjørðinum hevur fingið navn. Góðan mánaða eftir at felagið var stovnað eru tey komin ásamt um navnið

Eitt hendingarikt vikuskifti hjá Tórshavnar Súkklufelag. Tvær kappingar blivu fyriskipaðar, ein leygardagin, og so bleiv tað afur kappast sunnudagin

Nú farið er um 100 daga markið til setanina av paralympisku leikunum Tokyo2020, kann Parasport Føroyar boða frá at Hávard Vatnhamar skal umboða Føroyar á leikunum

Í gjár, leygardagin 15. mai, var FM í amboðsfimleiki í FIMI í Havn

Í vikuskiftinum var onnur ToppRoss uttandurakappingin í Havnardali, har kappast varð í seks ymiskum flokkum. Innleiðandi umførini vóru hósdagin og fríggjadagin – og finalan var leygardagin

07 Vestur stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum, tá tað eins og í Runavík eydnaðist vágamonnum at fáa 1-1 javnleik móti B36 (myndin)

Saman við 07 Vestur, B68, HB, AB og Skála, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri tilsamans fimm fótbóltsskúlum í summar, sum verða í juni og juli mánað

Dagurin byrjaði við skrúðgongu oman eftir Karlamagnusarbreyt í morgun. Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði í stuttari røðu, at hetta er ein stórur dagur fyri Hoyvíkina, men so sanniliga eisini ein stórur dagur fyri Tórshavnar kommunu

Flestu málini komu á Dungasandi í Sørvági, har KÍ vann stórsigur móti 07 Vestur. Sí øll málini her

StÍF og Haruka hava skrivað undir sáttmála fyri komandi kappingarár

Pláss verður fyri umleið 2.500 áskoðarum til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein, sum verða ávikavist 4. og 7. juni

Súkklustuttleiki stóð á skránni, tá ið Fjallasúkklufelagið 8. mai 2021 á fyrsta sinni skipaði eitt Undanbrekku tiltak

Nú er ikki nógv eftir av graslíkinum á Ovara vølli í Gundadali. Arbeiðið at taka graslíki av byrjaði fríggjadagin

Í gjár var FM 2021 í estetiskum fimleiki í Høllini á Hálsi í Havn

FM í estetiskum fimleiki var í vikuskiftinum í høllini á Hálsi í Havn

Tey, sum eru tíðliga á fótum, kunnu nú fara at svimja uppaftur fyrr um morgunin. Svimjihøllin víðkar um upplatingartíðirnar

Í dag byrjaði arbeiðið at skifta graslíkið á Ovara vølli í Gundadali. Meðan arbeiðið fer fram fara akfør, maskinur og arbeiðsfólk at virka á økinum á og kring vøllin

Nývalda nevndin í Føroya Ríðingarfelag hevur á fundi í vikuni, staðfest avgerð hjá gomlu nevndini um at eingir Djóradagar verða í ár

Nú er greitt, hvussu skráin hjá A-landsliðnum við kvinnum sær út í komandi HM-undankapping. Føroyar byrja á heimavølli tann 16. september, tá spaniólar koma á vitjan

Mikudagin 18. august verður sjøtul settur á eina nýggja UEFA A-venjaraútbúgving í Føroyum. Útbúgvingin endar við próvtøku í oktober-november í 2022

Markus Olsen úr Rituvík skal hjálpa við venjingunum av teimum 10-14 ára gomlu og so hevur felagið gjørt avtalu við ein fyrrverandi elitu spælara í donskum badminton, nevniliga Henrik Funch

Í gjár fekk Klaksvíkar kommuna váttan frá UEFA um, at KÍ kann spæla fyrsta og seinna umfar av UEFA Europa Conference League 2021/22 á heimavølli

Norðoyastevnan verður í ár hildin fyrsta vikuskiftið í juni

Á aðalfundi hjá Føroya Ríðingarfelag í seinastu viku, var nýggj nevnd vald og samstundis valdi formaðurin seinasti trý árini, Hallur Hansen at takka fyri seg

Tann fyrsta av fýra TopRoss-uttandurakappingunum í ár var í Havnardali í vikuskiftinum

Flottur filmur er framleiddur um dagin (21. apríl), tá ið STíF- kvinnurnar vunnu FM-gull á fyrsta sinni. Filmurin er sjey minuttir

VÍF fegnast um at hava endurnýggjað stuðulsavtaluna við P/F Wenzel fyri kappingarárið 2021/2022

StÍF hevur gjørt sáttmála við nýggjan venjara til besta kvinnuliðið