Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sverri Nielsen skal rógva í nátt klokkan 00.50 okkara tíð, og skal rógva móti Libanon, Simbabve, Kasakstan og Italia

Tað er siður í Tórshavnar kommunu at heiðra ítróttarfólkum, ið vinna Føroyum heiður og æru innan ymsar ítróttargreinar. Í dag var lítil móttøka fyri Aron Djurhuus Jacobsen

Hósdagin fer Froðbiar sóknar róðrarfelag undir eitt stuðulstiltak har allir bátarnir verða flotaðir eftir kl. 15 og verða so verandi sjónligir á fjørðinum komandi tveir tímarnar

At KÍ ikki kom víðari í Evropakapping fyri fyrstu ferð síðani 2017 sást aftur í inntøkunum frá UEFA, skrivar Norðlýsið

Fyrsta kappríðing í Føroyum var á ólavsøku í 1921

- Tað var spenningur til tað síðsta í fyrsta altjóða dystinum hjá KÍ í Klaksvík. Og hóast KÍ var omaná í stórum pørtum av dystinum, so var tað RFS, sum var meira avgjørt og vann at enda

Dysturin millum KÍ og FK RFS verður klokkan 20 í kvøld

Føroysk vektlyfing er í støðugari menning, og í altjóða kapping í Spania fyrr í hesum mánaðinum stoytti ein føroysk kvinna fyri fyrstu ferð 100 kilo upp um høvd

Mikudagin 14. juli verða fyrstu atgongumerkini, sum A-landsliðið við monnum skal spæla á heimavølli í heyst, sett til sølu í Nethandilinum á FSF.fo

Føroysku U17-genturnar megnaðu at spæla javnleik 0-0 ímóti Danmark, tá seinasta umfar í NM-kappingini var á skránni mánadagin

Alt er nú avgjørt í borðtenniskappingunum, og meistararnir fyri 2021 eru funnir

Sunnudagin blivu finalurnar í einmansleiki hjá U15 og vaksnum avgreiddar saman við finaluni í blandaðum tvímansleiki

- Bjarni Hammer gevur ilt av sær í fjølmiðlunum, tí hann heldur, at Vørn raðfestir ikki nóg gott arbeiðið hjá stovninum

Føroyaleikirnir eydnaðist sera væl. Tað var greiða niðurstøðan, tá ið fyriskipararnir hittust til eina samkomu í Müllers pakkhúsi í gjárkvøldið

Stóru vinnararnir í ToppRoss FM og Føroyaleikum um vikuskiftið gjørdust Knút Lützen og hesturin Kári, sum settu ikki minni enn tvey persónlig met

Myndamaðurin Ólavur Frederiksen hevur tikið fleiri myndir frá seinasta degnum á Føroyaleikunum

Hjá kvinnum leikaði sera javnt á bæði í finaludystinum og í dystinum um bronsuna

Finalan hjá monnum í tennis á Føroyaleikunum varð leikt í oysandi regni seinnapartin sunnudagin

Tað var greiður munur, tá kappast varð í spjótkasti í dag á Føroyaleikum. Elin Niclasen átti longsta kastið á 34,37 metrar. Ungi spjótkastarin hevur greið mál; hon ætlar sær at kappast millum heimsins bestu

Dávur Magnussen og Helgi Winther Olsen vóru í einum flokki fyri seg, tá kappast var á 105 km teini í súkkling í dag

Leygardagin var skipað fyri árliga tiltakinum hjá Hvistuni, ið er Kirvi Føroya Sunnasta 1/2maraton og vóru í ár um 180 luttakarar

Tá samanum kom vóru vinnararnir Eyðstein Simonsen hjá monnum og Synne We Ellingsen hjá kvinnum. Hinir luttakararnir vóru Turið í Homrum, Bartal Kamban, Marius Thomasen og Eyðun Højgaard

Føroyaleikirnir 2021 eru nú av. 1260 luttakarar hava kappast í 19 ymsum ítróttagreinum í Vági, Klaksvík, Runavík og í Havn

Tað gjørdust ungi Emil Dahl-Jacobsen og Julius Johannesen, sum gjørdust vinnarar av golfkappingini a Føroyaleikum

Annika Joensen er fyrsti spælarin, ið hevur vunnið gull í einmansleiki fyri kvinnur í darti á Føroyaleikunum

Uni Árting bleiv fyrsti meistarin í einmansleiki hjá monnum á Føroyaleikunum

Ikki heilt óvæntað verða tað Katrin á Neystabø og Mari-Ann Robertson, ið hittast í finaluni í damutennis í Føroyaleikum í dag

Myndamaðurin Ólavur Frederiksen hevur tikið fleiri myndir frá næstseinasta degnum á Føroyaleikum

Fríggjadagin spældi føroyska U17-landsliðið við gentum annan dystin í árligu NM-kappingini. Mótstøðuliðið var Holland, og úrslitið gjørdist ein tryggur 5-0 sigur til hollendsku genturnar

Tað vóru ikki færri enn 45 súkklur og 46 luttakarar við í 105 km avbjóðingini á Føroyaleikum

Tað gekk sera væl hjá svimjarunum úr Ægir í 4×100 metrar blandað MIX í dag. Felagið úr Klaksvík tók bæði føroyska metið og juniormetið við tveimum ymsum liðum

Seinni og seinasti dagurin í skjóting á Føroyaleikum bleiv avgreiddur í dag

Dartítróttin kappast í Vági á Føroyaleikunum. Hetta er eitt gylt høvi hjá Dartsambandinum at vísa ítróttina fram í Suðuroy, tí í løtuni er einki felag har

1500 m. svimjing, 40 km. renning og 10 km. renning. 19 íðkarar vóru við, tá ið triatlon var skotið í gongd í Klaksvík

Ungu íðkararnir í frælsum ítrótti eru í stórari framgongd. Fleiri hava sett persónlig met, meðan Føroyaleikirnir hava verið

Fyrsta badmintonkapping á Føroyaleikum var ein liðkapping, har leikararnir vórðu blandaðir og settir á lið saman við leikarum frá øðrum feløgum

Besti seyðahundur skuldi finnast, tá kappast varð á Frælsinum. 19 hundar við eigara luttóku

Kappast var í dag í kúlulyfti, eisini nevnt kettlebell

Fyrstu Føroyaleikir nakrantíð vórðu settir á Tórsbreyt í kvøld. Við horntónleiki, røðum og íðkarum í góðum kappingarhýri, kundi Heðin Mortensen, borgarstjóri, seta leikirnar

Eisini á øðrum degi gekst sera væl, tá judokapping í Føroyaleikunum var í Klaksvík. Í dag var U18 kapping á skránni

Yvir 60 ungdómar kappast í hesum døgum í judo á Føroyaleikum

Hávard Vatnhamar skal renna hálvmaraton á Føroyaleikum sum liður í fyrireikingunum til Paraolympisku leikirnar í Japan seinni í summar

Lagt varð frá landi við frælsum ítrótti á Føroyaleikunum í gjár í frálíkum líkindum á Tórsbreyt

Maribrit Reynheim Petersen og Leif á Bøgarði vunnu vektlyftingingina hjá ávikavist kvinnum og monnum, sum Føroya Styrkisamband og Styrkifelag Føroya skipaðu fyri á Føroyaleikunum í dag

Mintust Gutta Sørensen, tá Føroyaleikirnir vórðu settir í Vági

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur eitt føroyskt lið vunnið í Lettlandi, skrivar Bolt.fo

30 danir og 30 føroyingar kappaðust í dag í U15 bólkinum í judo

Bartal var longu áðrenn hetta hin næstskjótasti føroyski bringusvimjarin nakrantíð

Nú fríggjamorgunin fer føroyska NMU-landsliðið úr Vágum umvegis Keypmannahavn og Palanga til Klaipeda í Litava

Sigtór Petersen er nýggjur venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, ið komandi vikuskifti skal spæla venjingardyst móti danska felagnum, LKB Glistrup