Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Róðrarsambandið hevur saman við landsliðsvenjaranum, Saritu Kristinu Hansen, tikið út rógvarar, sum skulu umboða Føroyar í DM, EM og HM

Tveir leikarar eru lagdir afturat sáttmálahópinum hjá uppflytarunum úr ÍF. Talan er um tvíburðarnar Hans Jákup og Elias Lervig

303 ferðir hevur Sigfríður Clementsen verið høvuðsvenjari í fremstu deildini. Samanlagt hava hinir níggju venjararnir 321 dystir sum høvuðsvenjarar í Betri deildini

Sigfríður Clementsen verður í hesi vikuni væntandi kunngjørdur sum nýggjur venjari hjá EB/Streymi, har hann vann greipuna í 2008

A-landsliðsvenjing fyri menn verður 28. og 30. desember kl. 19-21 í skúlanum á Fløtum. Hetta eru opnar venjingar, t.v.s. at allir menn/dreingir eru vælkomnir til venjing

Lutakast hevur verið um, hvussu spælast skal í Klaksvíkskappingini. Hetta veit Norðlýsið

Pól Thorsteinsson hevur seinastu árini verið partur av ungdómsvenjaratoyminum hjá FC Suðuroy og hevur ikki minst drúgvar royndir sum leikari

EB/Streymur og Jákup Martin Joensen eru í dag komin ásamt um ikki at leingja sáttmálan. Avtalan um ikki at leingja samstarvið er gjørd í sátt og semju millum felagið og Jákup Martin

Millum jól og nýggjár hevur HSF tvær áhugaverdar verkstovur á skrá fyri ávikavist vengur og lámar bakkar

Danska Final4 kappingin er endaspælið í steypakappingini, har fýra kvinnulið og fýra manslið luttaka

Ítróttafagnaðurin hevur til endamáls at seta sjóneykuna á føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar, eldsálir og onnur, sum virka í føroyska ítróttaheiminum, feløgum og sambondum

Haaland spældi fleiri dystir undir Daniel Berg Hestad í 2017 og 2018

Við teimum trimum stigunum leggur Fleyr seg einsamalt á odda í Føroya Tele-deildini við 21 stigum; trý stig frammanfyri Mjølnir við 18 stigum

FSF hevur broytt strukturin, soleiðis at Royn og MB leika í 2. deild hjá monnum næsta kappingarár

FSF hevur sett Eyðvør Jakobsen í starv sum venjari hjá U16-landsliðnum og U17-landsliðnum við gentum

Undrið og FC Hovyík løgdu saman nýliga og hava nú sett ein kendan mann sum venjara

Sunnudagin 11. desember var FM í talvi fyri gentur telvað í Skótahúsinum í Klaksvík

Í vikuskiftinum vóru heili 175 leikarar úr øllum landinum til HSF-leikaramenning við Streymin, har venjing var í høllini og gisting í skúlanum

Frá 1. januar 2023 verða tað Kári á Høvdanum og Jóhan Hendrik Ellefsen, ið fara at umboða Føroyar sum FIFA dómarar

- Sum áður nevnt leggja vit stóran dent á, at tiltakið skal vera á høgum altjóða støði, og nú vit hava fingið Joakim við, er tað heilt sikkurt eitt stig rætta vegin, sigur Fróði Hansen

Væl av fólkið var savnað við Margáir sunnudagin, har EB/Streymur hevði boðað til eykaaðalfund, har eittans evni var á skránni: nevndarval

KÍ hevur gjørt avtalu við Daniel Berg Hestad, um at hann skal vera partur av venjaratoyminum til komandi kappingarár

Staðfest er í morgun á høvuðsskrivstovuni hjá CEV í Luksembourg, hvørji mótstøðuliðini hjá føroysku flogbóltskvinnunum og- monnunum verða í Silver League kappingunum

Atletico Guardés verður mótstøðuliðið hjá H71-kvinnum í áttandapartfinaluni í European Cup. Heima- og útidysturin móti Atletico Guardés skulu spælast í tíðarskeiðnum 7. – 15. januar

FSF hevur sett Eyðun Klakstein í starv sum venjara hjá U21-landsliðnum. Avtalan er galdandi næstu tvey árini

Kappast var á 18 metra frástøðu, 15 skjúttar kappaðust, 8 recurve-, 2 barbowe-, og 5 compoundskjúttar

Leygardagin 18. februar 2023, klokkan 13:00, verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin í FSF-húsinum í Havn

Ivan Sokolov er nú byrjaður sum venjari hjá føroyska talvlandsliðnum

Hóast valstríðið koyrir uppá tað harðasta, so bleiv formaðurin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, toppskjútti hjá Team Klaksvík í dag, skrivar Norðlýsið

Pauli hevur rættiliga drúgvar royndir sum venjari, bæði í fótbólti og hondbólti, og hann hevur seinastu árini staðið á odda fyri G17 landsliðnum

Við sigrinum er SÍ nú 4 stig frammanfyri Fleyr, sum hevur spælt ein dyst minni. Lítil ivi er um, at tað verða hesi bæði liðini, sum koma í FM-finalurnar

Næsta EM-endaspælið hjá kvinnum verður víðkað frá 16 til 24 lið, á sama hátt sum EM-endaspælið hjá monnum er

Jóhann Hansson Joensen er nýggjur leikari hjá 07 Vestur. Hann undirskrivaði sáttmála í dag

Nú kunnu vitjandi í svimjuhøllini gleða seg til, at 5-metur vippan aftur verður tikin í nýtslu. Vippan, sum hevur verið avlæst í nærum eitt ár, letur upp aftur komandi vár

Eftir dystirnar í fjórða umfari í landskappingini í talvi um viksuskiftið fekst sjón fyri søgn um, at einki av hinum liðunum stendur Sandavági og Havnini kurl í fremstu deildini

Meðan drama var í bólki E í HM-kappingini í fótbólti hóskvøldið, var eitt annað drama í Sørvági, tá SÍ og Mjølnir møttust í Føroya Tele-deildini hjá monnum í flogbólti

- Líkt er til, at Føroya Tele-deildin hjá kvinnum verður ein kapprenning millum Fleyr og SÍ. SÍ liggur á odda, men Fleyr er bert eitt stig aftanfyri og Fleyr hevur ein dyst til góðar í mun til SÍ

Eftir ein vánaligan fyrsta hálvleik vaknaði Ongland í seinna hálvleiki, og gippaði Wales til hús

Kappingin var í Løkshøll í Rúnavík

Nú Føroya Tele-deildin hjá monnum er knappliga hálvrunnin, liggur Fleyr heldur óvæntað á odda - eitt stig frammanfyri Mjølnir, sum tó hevur leikt ein dyst minni enn Fleyr. ÍF hevur víst seg at vera veikari enn væntað

Besta kvinnuliðið hjá KÍ fær danskan venjara næsta kappingarár. Sáttmáli er gjørdur við Kristoffer Kvistgaard næstu tvey árini

Virknishøllin í Finsen í Havn er leygar- og sunnudagin karmur um kappingar í styrkilyfting og vektlyfting. Styrkilyfting er leygardagin kl 13:00. Vektlyfting er sunnudagin kl 12:00, menn og kl 13:30, kvinnur

Nú ber til at ogna sær Landsliðspakkan 2023 í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Landsliðspakkin gevur atgongd til allar heimadystirnar hjá A-landsliðnum við monnum komandi ár

Slovenia, Portugal og Kasakstan vóru ov stórir bitar hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, sum síðstu tíggju dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping í Algarve í Portugal

Hóast onkrar avbjóðingar vóru, so er dómaraleiðarin hjá FSF, Lassin Isaksen sum heild væl nøgdur við kappingarárið 2022

Úrtøkan gjørdist til trý tap hjá U19-landsliðnum við dreingjum, sum síðstu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping í Kroatia

Dyggur smeitur hjá KÍ, sum nú sigur faral við sín kanska besta álopskenda leikara síðstu árini, skrivar Bolt.fo

Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur samtykt einmælt at játta 10 mió. kr. í 2023 til at projektera og byggja nýggja ítróttarhøll á Strondum!

FSF ger í hesum døgum eina spurnarkanning, ið hevur til endamáls at menna føroyskan fótbólt. Øll, ið luttaka, eru við í lutakastinum um eitt gávubræv upp á 3.000 kr. frá Atlantic Airways

42 ára gamli Magne Hoseth er settur sum nýggjur høvuðsvenjari hjá KÍ, skrivar Norðlýsið