Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Dráttur vann styrkiroyndina ímóti einum av høvuðsavbjóðarunum til FM-finalurnar, SÍ, men tað var so tepurt, sum tað kundi vera: 16-14 í fimta setti

Fyri føroysku flogbóltskvinnurnar gjørdist lutakasti í Evropa League í 2024, har kvinnurnar luttaka í Silver League, eitt sindir av einum vónbrotið - tó við spennandi glottum

Mennirnir skulu í mai og juni 2024 leika 6 dystir í Íslandi, Føroyum og í Eysturríki

Móttøka var í gjár fyri Havnar Svimjifelagi, sum hevur havt eitt gott kappingarár. Felagið hevur vunnið tilsamans 16 gull í FM, 21 gull hjá juniorum eldru og 8 gull hjá juniorum yngru

Útsetti dysturin í 4. umfari í 1. deild millum Klaksvík og Havnina var telvaður í gjárkvøldið

Í samstarvi við UEFA, verður í næstum skipað fyri EA FC24 kapping í Føroyum. Vinnarin fær møguleikan at umboða Føroyar í undankappingini til eEURO 2024

SÍ og TB spældu í gjár um, hvør skal vera fremsti avbjóðari til Fleyr á øðrumplássi

- Fyri aðru ferð í ein mánað stóð oddasessurin upp á spæl ímillum Mjølnir og SÍ, og aftur hesa ferð fingu vit ein spennandi dyst

Tað gongur seint at fáa avgreitt útsettu dystirnar í í 1. deild í landskappingini í talvi

SMS og Flogbóltssamband Føroya hava júst gjørt avtalu um, at steypakappingarnar í flogbólti fyri vaksin og fyri yngri næstu tvey árini verða til Bónus kappingarnar

Við tveimum sigrum í trimum møguligum, er Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum væl nøgd við EM-undankappingina, sum hevur verið í Albania

Nú er greitt, hvørjum U17- og U19-landsliðini við gentum skulu spæla ímóti í EM-undankappingunum, sum verða í mars og apríl mánaða komandi ár

Tá freistin var farin, vóru 18 umsóknir komnar til starvið sum aðalskrivari hjá FSF. Starvið verður væntandi sett fyrst í komandi ári

Seinnapartin var móttøka á Ráðhúsinum, har Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tók ímóti Halli Holm, sum herfyri gjørdist heimsmeistari í 24 tímarenning í aldursbólkinum 55+

Framúr undirhald var í Sørvági, tá SÍ vann 3-2 á Fleyr, og brádliga eru sørvingar farnir at trúgva upp á finalupláss

Føroyameistarnir í Sandavágs Talvfelag vóru eirindaleysir í útsetta dystinum sunnudagin móti Klaksvík 2. Vágamenn vunnu á øllum borðum. 4-0-sigurin setur Havnar Telvingarfelag undir trýst fyri hin triðja og síðsta av útsettu dystunum í 1. deild hóskvøldið

Við 3-0 sigri á Ternuni sunnudagin vann TB sær triðjaplássið aftur

- Eftir tryggan 3-0 sigur á Fleyr í gjár er SÍ aftur nr. 1 í Føroya Tele-deildini hjá monnum, men oddasessurin er kanska bara til láns til mikudagin

Hóast vestmenningar ikki komu víðari á hesum sinni, var hetta ein sera góð hondbóltsuppliving og ber boð um at vit kunnu spæla upp ímóti liðum í Europa

VÍF stendur framvegis við einum góðum møguleika at vinna seg víðari til fjórða umfarið í European Cup

Fyri fimm vikum síðani legði KÍF seg á odda í Føroya Tele-deildini eftir 3-0 sigur á SÍ. Nú er vent í holuni

Havnar Telvingarfelag vann hóskvøldið útsetta dystin í 1. deild, og er nú aftur á odda í fremstu deildini

Árbókin "Føroyskur Fótbóltur 2023" er útkomin. Í bókini verður tikið saman um eitt sera hendingaríkt fótbóltsár

Fríggjadagin skal kvinnulandsliðið aftur í eldin í UEFA Nations League, hesaferð á útivølli móti Montenegro. Tá liðini hittust í september, vann Montenegro ein tepran 1-0 sigur á Tórsvølli

KÍ skuldi helst vinna dystin móti Slovan Bratislava, fyri at varðveita møguleikan at vinna seg víðari í Confrence League-kappingin

Jákup Jakobsen heldur fram hjá Skála ÍF næsta kappingarár

Fýra av tíggju umførum í landskappingini í talvi skulu avgreiðast fyri ársskiftið. Í flestu deildunum eru allir dystir í fyrstu fýra umførunum avgreiddir, men nakrir dystir í 1. deild eru útsettir

Fyrireikingar hjá Sverra Nielsen fram móti OL í París ganga væl, tí føroyski rógvari á danska landsliðnum hevur júst sett persónligt met á 6000, skrivar KVF

Ragnar Skála av Argjum verður partur av hópinum hjá Skála ÍF í Betri deildini næsta ár

Vikuskiftið 18.-19. november var Norðfra Open, sum er kapping í einmansleiki í badminton, spæld í ítróttarhøllini á Kambsdali og í Runavík. Yngru leikararnir spældu leygardagin, meðan vaksin spældu sunnudagin

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen hava um vikuskiftið vunnið FM-heitið í ávikavist snar- og kviktalvi. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska tapti fyri brøðrunum í báðum kappingunum

Leygardagin 25. novembur 2023 vóru trý tey seinastu umførini í grundspælinum í føroyameistarakappingini fyri lið

Í morgin kl. 17 verður fimleikafagnaðurin stroymdur, so øll kunnu síggja fagnaðin

Við átta gull, trimum silvur og trimum bronsu heiðursmerkjum gjørdist HB mest vinnandi felag í ár. Nummar 2 og 3 blivu B36 og KÍ, meðan Víkingur og Skála gjørdust nummar 4 og 5 í samlaða yvirlitinum

Når enden er god, er alting godt, ljóðar eitt kent danskt orðafelli. Og soleiðis er freistandi at siga um EM-undankappingina hjá U19-landsliðnum við dreingjum, sum í síðsta dystinum í kappingini vann 3-2 á Armenia

Tað gekk als ikki eftir vild hjá føroyska U15-landsliðnum við dreingjum, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Norðurírlandi

Sum bolt.fo skilir, so er talan um 58 ára gamla Adolfo Sormani úr Italia. Hann er royndur venjari og var m.a. venjari hjá Vejle árini 2017-2019

Føroyska manslandsliðið megnaði at fáa javnleik móti oddaliðnum í bólkinum. Albania

Tað endaði 2- 2 móti Kosovo í næstsíðsta umfari í EM-kappingini í talvi í dag. Í seinasta umfari í morgin mánadagin telva Føroyar móti Albania

Fyri sjeyndu ferð, síðani KÍF misti oddasessin 6. november, er nýtt oddalið í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum

Fyrrapartin kappaðust tey eldru, mansunglingar, menn og kvinnur og kvinnuunglingar í FIG

Føroyar telvaðu í kvøld javnt móti Finnlandi í EM-kappingini fyri landslið í Montenegro. Eitt fínt úrslit

Frakland setir sostatt met við størsta sigri í eini EM-undankapping nakrantíð

Annað umfar í Grand Prix-kappingini í borðtennis varð spælt í høllini á Hálsi í dag, har 28 leikarar úr feløgunum Tór úr Havn og TBF av Tvøroyri luttóku

Í sjeynda og triðsíðsta umfari í stóru EM-stevnuni í Montenegro telva Føroyar móti Finnlandi

Føroyar komu afturum mestsum beinanvegin og fyri steðgin gekst illa at steðga Noreg, men í seinna hálvleiki batnaði nakað, og innskiftið Erling Haaland kom ikki á máltalvuna

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Grikkalandi. Avspark er klokkan 14, og dysturin kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum

Føroya Tele-deildin, kvinnur: KÍF – Fleyr 0-3 (21-25, 18-25, 15-25)

Føroya Tele-deildin, menn: Mjølnir – ÍF 3-1 (22-25, 25-21, 25-22 25-21)

Hósdagin klokkan tvey seinnapartin skal U21-landsliðið á vøllin aftur, tá Grikkaland tekur ímóti á Theodoros Kolokotronis stadion í Tripoli. Dysturin verður vístur beinleiðis á Rás 1